Eg Vil Vera Við Lyrics
- Genre:Gospel
- Year of Release:2022
Lyrics
Í hesi tíð, sum vit liva í
Leikar hart á, sannast má
Eitthvørt reisist í dag, í morgin fellur tað
Tað tykist sum ótti, stúran tyngja hvørja sál
Sjálvsøkin sál røkkur ei á mál
Til ríki Guðs ein dag, nei, fá í lag
At søkja Hann, sum toldi spott og skam
Sum eftir tær leingist og vil varða teg hvønn dag
Eg vil vera við tann dag
Tá ið Jesus koma skal
Tá hann brúður sína taka skal til sín
Tá ið lív mítt her at enda komið er
Harran eina skal tilbiðja
Í endaleysa tíð
Sum tjóvur á nátt kemur Harrin brátt
At taka síni heim í dýrd og gleim
Vak nú tí - ger teg út til stríð
Tú veitst ei, hvønn tíma Harrin koma skal
Eg vil vera við tann dag
Tá ið Jesus koma skal
Tá hann brúður sína taka skal til sín
Tá ið lív mítt her at enda komið er
Harran eina skal tilbiðja
Í endaleysa tíð
Eg vil vera við tann dag
Tá ið Jesus koma skal
Tá hann brúður sína taka skal til sín
Tá ið lív mítt her at enda komið er
Harran eina skal tilbiðja
Í endaleysa tíð