Allarbesti Lyrics
- Genre:Pop
- Year of Release:2024
Lyrics
Tú ert mín allarbesti vinur
Og saman við tær er tað leikandi lætt
At renna 1000 kilometrar
At yvirliva kaldar vetrar
At finna aftur fótafestið
Tá ið tú gongur við mína lið
Er sum so einki ógjørligt
Við tær er einki so alvorligt
Og tá ið veturin slær meg niður
Aftur í ár
Veit eg at tú bíðar eftir mær
At tú rættir mær hondina
Og reisir meg
So eg gangi á skýggjum her við tær
Gangi á skýggjum við tær
Og mítt høvd kann ferðast víða
Og stundum søkki eg í djúpasta snjó
Eg orki ikki meira
Tað er einki pláss í mínum heila
Men tá ið kuldin tekur yvir
Hómi eg ein lítlan glotta av vár
Tá tú rættir mær ein stiga
Tá tú bjóðar mær at liva
Og tá ið veturin slær meg niður
Aftur í ár
Veit eg at tú bíðar eftir mær
At tú rættir mær hondina
Og reisir meg
So eg gangi á skýggjum her við tær
Gangi á skýggjum við tær
Og tá ið veturin slær meg niður
Aftur í ár
Veit eg at tú bíðar eftir mær
At tú rættir mær hondina
Og reisir meg
So eg gangi á skýggjum her við tær